Sjálv ástøðisroyndin (teoriroyndin) gongur soleiðis fyri seg, at tú skalt klikkja teg gjøgnum eina røð av spurningum, serliga ferðsluspurningar sæddir frá føraraplássinum.
Tú skalt bara taka støðu og svara tí, tú sært á myndini, uttan so at beinleiðis verður spurt um annað. Upplýst verður, hvussu skjótt, tú koyrir, ella hvagar tú skalt. Síðan kemur ein spurningur um, hvussu tú ætlar at halda fram, hvat tú ætlar at gera, ella hvørjum tú skalt serliga ansa eftir. Onnur sløg av spurningum kunnu eisini koma fyri.
Ástøðisroyndin (Teoriroyndin) umfatar 25 myndir, har tú skalt svara einari røð av spurningum við upp til fýra svarmøguleikum til hvørja mynd.
Tú kanst í mesta lagi svara 5 av 25 spurningum galið, um tú skalt standa royndina.
1 skeivur krossur í einari mynd ella 4 skeivir krossar í somu mynd telja tað sama.
Gevið gætur: Minst til at hava alt við. Tú verður burturvíst/ur, um hetta manglar:
Minst til at hava við:
Omanfyristandandi er ikki galdandi fyri endurtøku -og eftiransandi.
Ring tel. 737475 um tú ynskir at leiga góðkendan skúlavogn til koyriroyndina. Góðkendur skúlavognur er ein treyt til koyriroyndina.