Ávaringarskelti vara við vanda. Tey vera vanliga bert sett á støðum, har trupult er hjá tí ferðandi frammanundan at varnast vandan, ella har hann er munandi størri, enn tann ferðandi kann rokna við.
Ávaringarskelti eru tríhyrnt og hava spíska endan uppeftir. Tey hava reyða rond og hvíta grund við svørtum tekni, sum sigur frá vandanum.
Uttan fyri fjølbygt øki standa ávaringarskeltini vanliga 150 til 250 m framman fyri vandastaðið. Verður annar fráleiki nýttur, verður hann tilskilaður á undirskelti.
Á fjølbygdum øki kunnu skeltini verða sett nærri vandastaðnum uttan tilskilan av fráleika.